Ein millión evrur fyri Steve Irwin

Sea Shepherd Conservation Society, felagsskapurin hjá Paul Watson, skal veita trygd fyri umleið eina million evrur, ella stívliga sjey og eina halva million krónur, áðrenn hann fær skipið Steve Irwin aftur frá hetlendskum myndugleikum.

Ein millión evrur er upphæddin, sum maltesiska felagið Fish & Fish, hevur stevnt Sea Shepherd felagsskapinum eftir í endurgjaldi fyri tunfiskaútgerð, sum Sea Shepherd oyðilegði í Miðjarðarhavinum í fjør.

Sea Shepherd sigur, at hetta nervar tey ikki nakað serlig, tá tey meta seg hava prógv fyri, at tey hava steðgað ólógligum tunfiskiskapi, og at tey fara at verja seg á tí grundarlagnum.