Ein millión akfør gjøgnum Norðoyatunnilin

1.000.632 akfør koyrdu gjøgnum Norðoyatunnilin í fjør, sum er ein vøkstur upp á 11,2% í mun til 2015. Í meðal koyra 2.733 akfør gjøgnum tunnilin um døgnið.

 

746.070 akfør koyrdu gjøgnum Vágatunnilin, tað vil siga 2.037 akfør um døgnið. Tað er ein vøkstur upp á 9,5%.

 

Báðir tunlarnir góvu avlop í fjør. Norðoyatunnilin gav eitt avlop á 5,5 milliónir krónur, 700.000 krónur meiri enn í 2015, meðan Vágatunnilin gav eitt avlop á 0,4 milliónir krónur, 100.000 krónur meiri enn í 2015.

 

Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2016, var kr. 48,51 í Norðoyatunlinum og kr. 42,39 í Vágatunlinum.

 

Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita  Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og  Hera M. Hammer  sum næstformanni.

 

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.