Í hesum døgum setir alifelagið Grieg Seafood smolt út í Vatnafjørðinum í Norðkap kommunu heilt har norðuri í Noregi. Hetta verður samstundis heimsins norðasta laksaaliøki.
Roger Pedersen, sum starvast hjá Grieg Seafood, sigur við www.ilaks.no, at felagið verður liðugt við útsetingina um mánaðarskiftið juli/ august, og tá verða umleið ein miljón laksar í økinum.
Herfyri skrivaði iLaks, at Grieg Seafood noyddist at flyta 1.160.000 laksar úr einum øðrum aliøki í Norðkap kommunu, men framleiðsluleiðarin, Vidar Aamo Nikolaisen, sigur, at tað er ikki aktuelt at flyta tann fiskin til Vatnafjørðin.
##med2##
Roger Pedersen hjá Grieg Seafood sigur, at felagði hevur aðrar ætlanir í Norðkap kommunu, har 40 fólk standa á lønarlistanum í sjálvari alingini.
- Tá vit hyggja fram eftir, er tað framhaldandi eitt spennandi potentialið fyri vøkstri í Norðkap, bæði við nýggjum aliøki og fóðurmiðstøð, sigur Roger Pedersen, við iLaks.