Ein miðverji og annar

Liðformaðurin hjá EB/Streymi spælir í miðverjuni, er 34 ára gamal og er júst úttikin til landsliðið. Hann eitur Egil á Bø. Í miðverjuni hjá HB spælir Vagnur Mohr Mortensen. Hann er 25 ára gamal, og spældi fyri nøkrum árum síðani á landsliðnum í nakrar dystir. Hesir báðir gjørdu sínar viðmerkingar til 3. hálvleik hjá Rás2 sunnukvøldið.

Venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, tosaði við Útvarpið, samstundis sum Egil tosaði við Rás2, og útsagnir teirra vóru ógvuliga samanfallandi. – Vit taptu dystin í fyrra hálvleiki, ljóðaði tað einmælt frá teimum.

Egil á Bø metti annars, at HB var betra liðið. – Vit kundu fingið eitt mál ella tvey aftrat, men tað kundu teir eisini, so hatta var munurin, staðfesti liðformaðurin hjá EB/Streymi.

Í farnu viku kom fram, at Sámal Erik Hentze skuldi geva Rúna Nolsøe eina hjálpandi hond sum venjari hjá HB. Sámal Erik Hentze var saman við Piotr Krakowski venjari hjá EB/Streymi í fjør, men Egil metti kortini ikki, at tað var tí EB/Streymur tapti.

Vagnur Mohr Mortensen ásannaði hinvegin, at tað hevur hjálpt at Sámal Erik Hentze er komin aftrat. – Sjálvandi er tað altíð gott at fáa gott fólk aftrat liðnum. Men vit leikarar vóru eisini uppsettir upp á at vísa, at tað vit annars hava víst í síðstuni, ikki er nakað, sum vit á nakran hátt kunnu góðtaka, segði Vagnur Mohr Mortensen, sum vónaði, at hetta er byrjanin til ein upptúr hjá HB.