Ein mió. flóttafólk fara heimaftur

ST væntar, um næstan ein millión afghansk flóttafólk fara at venda heimaftur næstu tólv mánaðarnar

Sambært flóttafólkatalskvinnuni hjá ST, Maki Shinohara, eru fleiri túsund flóttafólk longu komin aftur til Afghanistan úr grannalondunum Pakistan og Iran.
Hon heldur, at millum fýra og fimm milliónir afghanar eru rýmdir av landinum seinastu tjúgu árini. Nógv teir flestu eru í Pakistan og Iran.
Maki Shinohara sigur, at seinastu tíðina eru millum 4.000 og 5.000 flóttafólk farin heimaftur um dagin. Tað leggur stórt trýst á ST, sum ger alt fyri at sleppa undan at savna tey í flóttafólkalegum í heimlandinum.
ST ber ótta fyri, at verða flóttafólkini savnað í legum, fara aðrir illa staddir afghanar at leita sær til legurnar.