Ein miðalgóð kapping í borðtennis

OYGGJALEIKIR: Hoyr Pætur Albinus taka samanum avrikini hjá føroysku borðtennisspælarunum higartil á oyggjaleikunum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Rás2/in.fo gjørdi við borðtennisspælaran, Pætur Albinus úti í borðtennishøllini í Visby í Gotlandi fyrr í dag.

 

Tá vit fingu orðið á Pætur Albinus hevði Henrietta Nielsen júst vunnið 3-2 í áttandapartsfinaluni, og tað merkti byrjanina av prátinum.

 

Annars fingu vit Pætur Albinus at taka samanum avrikini higartil hjá føroysku borðtennisspælarunum. Pætur Albinus heldur, at samlað er talan um eitt miðalavrik hjá føroysku borðtennisspælarunum í liðkappingini, í tvímansleikunum og í einmansleikunum. Á plusskontuni er tó, at Henrietta Nielsen skal spæla hálvfinalu í einmansleiki í morgin, og saman við Duritu Jensen skal hon spæla hálvfinalu í tvímansleiki í morgin.