Ein metur frá bronsuni

(Ljóðsamrøða) OYL 15: Hanus Bergsson iðrar seg um, at tað ikki rakk til eina bronsu í spjótkasti

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Hanus Bergsson, sum fekk eitt heiðurligt fjórða pláss í einari ógvuliga sterkari kapping í spjótkasti á oyggjaleikunum á Jersey.

 

Hanus ergrar seg um, at hann gjørdist ov stuttur til eina bronsu. Hann greiðir eisini frá, at hann fór ov tíðliga í gongd við upphitingina til kappingina. Fjórða plássið motiverar hann til at gera meir við venjingina til framtíðar avbjóðingar innan spjótkast. 

 

Í kvøld var Hanus við 61,89 metrum 1,02 metrar frá at vinna bronsu.