Nú ber eisini til dagliga at fáa meksikanskan mat á matstovu í Havn. Tað er matstovan Rio Bravo, sum hevur hetta tilboðið til viðskiftafólkið.
Í umleið eina viku hevur Rio Bravo hvønn fyrrapart og nakað út á seinnapartin verið gjørd um til eina spennandi meksikanska mattstovu, har allur matur er meksikanskur ella meksikanskt ávirkaður.
Talan er um eitt av teimum nógvu fyrrapartstilboðunum, har fólk fyri lítið og lætt kunnu fáa sær mettuna í eini fríløtu frá arbeiðsplássinum.
Sjálvtøkuborð úr Meksiko, har ein kann fylla so nógv og so ofta á borðiskin, sum niður gongur.
?Hetta ger, at vit nú kunnu hava matstovuna opna allan dagin, sigur Kári Hentze leiðari á Rio Bravo og Hotel Vágum, sum eigur Rio Bravo. Hesi fyrrapartstilboðini eru nógv, og vit hava valt at gera okkara soleiðis fyri líkasum at liva upp til navnið, sum leiðir hugin til Meksiko. Soleiðis kunnu vit eisini gera umhvørvið eitt sindur meira spennandi, sigur hann.
Hann sigur, at tað verður ikki sama matskráin alla tíðina. Hon fer regluliga at skifta, so fólk ikki troyttast av henni, sigur Kári Hentze.