Ein meiðslaður av fýrverki

Í gjárkvøldið, nakað áðrenn miðnátt, ringdi ein maður til løgregluna og boðaði frá, at ein rakett var brostin í hondini á honum.

 

Hann segði, at hann hevði fingið skaða í hondina og í eygað og gramdi seg um pínu í andlitinum.

 

Hetta var á Fugloynni, so tyrlan bleiv boðsend og maðurin varð fluttur við tyrluni á Landssjúkrahúsið.

 

Tað er als ikki vandaleyst av fáast við fýrverk, og tað kann ikki sigast nóg ofta, at verndarbrillur mugu nýtast, tá ein skjýtur rakettir og annað fýrverk. Hvørt ár eru fleiri í grannalondum okkara, sum missa eyguni orsaka av óhappum við fýrverki.

 

Annars sigur vakthavandi á løgreglustøðini, at náttin hevur verið friðarlig.