Ein marksetandi røða

Oddagrein:

Tey, sum í nátt ella í morgun hava havt høvið at lýða á røðuna hjá forsetavalevni Demokratana, Barak Obama, munnu taka undir við, at her var talan um ein sera merkisverdan mann við eini marksetandi røðu. Røðan, sum varð hildin á ársdegnum fyri tiltiknu I have a dream-røðu Martin Luther Kings prógvaði, at talan veruliga er um ein heilt nýggja politikk borin fram av einum gløggum, karismatiskum og víðskygdum politikkara.

 

Tað hevur verið funnist at Obama, at hann higartil hevur verið ov lítið ítøkiligur, hevur mest talað í yvirskipaðum og almennum vendingum og hevur gjørt lítið burtur úr ítøkiliga at lýsa sín politikk. Men í nátt kom broyting í, og USA eins væl og allur heimurin kundi fylgja við, meðan Obama við nýtum orðum greiddi frá sínum politikki. Hann var sera ítøkiligur í lýsingini av sínum politikki, samstundis sum hann greinaði politikkinum við støði í nógvum av teimum mytum, sum eyðkenna amerikanskan politikk. Hann talaði um amerikanska lyftið til tjóðina, hann gjørdi nógv burturúr, at tjóðin skuldi hava eitt felags mál, og hann gjørdi sera nógv burtur úr tørvinum á búskaparligum, umhvørvisligum og sosialum broytingum.

 

Hvørjar eru so broytingarnar, og hvat viðkoma tær okkum? Her er talan um at flyta skattabyrðarnar til tær sterkastu herðarnar, um almenna sjúkratrygging til øll og um at USA innan tíggju ár skal verða vorðið heilt óheft av orku innflutt úr Miðeystri, eins og hann legði stóran dent á varandi orkukeldur. Hann lovaði bygnaðarbroytingar í ídnaðinum og lovaði at steðga studningi og skattalættum til teir partar av ídnaðinum, sum flytir sítt virksemi til láglønarlondini. Tínæst legði Obama stóran dent á útbúgving og lovaði at økja møguleikarnar hjá ungdómi og krígsveteranum at nema sær hægri útbúgvingar, samstundis sum hann legði dent á fyribyrgjandi virksemi í teimum økjum, har tey ungu enda í brotsverkum og rúsevnum.

 

Sum heild kann staðfestast, at tyngdin í røðuni var á tí innlendispolitiska feltinum, meðan røðan fór eitt sindur lættliga um tey stóru uttanríkispolitisku málini. Hann nevndi hvørki NATO ella vandan fyri einum nýggjum køldum kríggi, men hann lovaði tó at enda kríggið í Irak í seinasta lagi 2010, samstundis sum hann vil økja trýstið á Taliban í Afghanistan. Tað er ikki eitt feitt fyri okkum í Europa, hvør ið gerst forseti í USA. USA er framvegis burturav heimsins sterkasta stórveldi, og amerikanski forsetin, ið hevur sera stórt vald, heldur okkara lagnu í sínum hondum. Busch hevur vissuliga ikki gjørt heimin til eitt tryggari stað. McCain, ið uttanríkspolitiskt er lítið mætari enn Busch, fer ikki at gera munin í hesum høpi. Sostatt kunnu vit bert vóna, at maðurin, sum helt hesa marksetandi røðu í nátt, verður tann, sum skal bera tungu ábyrgdina at stjórna heimsins sterkasta stórveldi komandi fýra ella átta árini. Alt bendir á at Obama megnar hesa uppgávuna.