Landsdystur
Føroyska liðið kundi eins væl vunnið dystin móti Belgia sum nakað annað, og tí kundi ein kanska hildið, at Lars Nedergaard iðraði seg um, at hetta var av ongum. Men tá vit eftir dystin fingu orðið á føroyska venjaran, var kortini ilt at fáa eyga á hetta.
- Sjálvandi er tað rætt, at eitt føroyskt lið eigur at kunna taka hetta liðið, men tú mást eisini hyggja at fortreytunum. Vit manglaðu Áka Mørk og Sámal Joensen longu áðrenn vit fóru undir hesa undankappingina. Í dag var Tróndur ikki við, Sveinur liggur í songini við fepuri, og Mortan Hansen hevur eisini verið sjúkur, tó at hann var við. Og so missa vit eisini Áka Olsen tíðliga í dystinum. Alt tað eru leikarar, sum vanliga spæla á bakplássunum, og tá so nógvir týðandi leikarar eru burturi, so má tað blíva tungt.
Fyrsta floks hugburð
At alt hetta so kortini spældi so hampuliga væl av, heldur Lars einans vera stríðsviljanum hjá leikarunum at takka.
- Eg eri tó errin av leikarunum, sum sýndu ein veruliga mannfólkainnsats. Teir stríddust sum úlvar á skóg allan dystin. Vit máttu umrokera, bara fyri at hava leikarar á øllum plássum, men hóast broytingarnar, so var hugburðurin hjá leikarunum alla tíðina fyrsta floks, og tað kann eg ikki vera annað enn nøgdur um. Kanska stóð nógv á seinastu løtuna, tá vit óttaðust, at orkan fór at ganga undan, men teir stóðu seg allir kortini. Kanska er skeivt at taka nakran framum, men eg haldi avgjørt, at Áki G. Olsen skal hava eitt veldugt herðaklapp fyri mátan, sum hann kom inn í dystin uppá, og so má eg eisini nevna Inga. Hóast nógv hevur staðið á, so kom hann kortini heim til dystin, sum hann vildi vera partur, og hóast ferðamøðina, so spældi hann allan dystin.
- Og lat meg so eisini nevna áskoðararnar. Kanska høvdu teir lisið tað, sum varð skrivað um teir eftir dystin móti Ísrael, men lat tað fara. Í dag føldu vit veruliga, at vit vóru á heimavølli, og tað var okkum ein fantastiskur stuðul.
At enda spurdu vit Lars, hvørjar vónir hann hevði til seinna dystin móti Belgia, og ikki minst, hvussu fortreytirnar til hendan dystin eru. Er yvir høvur nakað lið at senda avstað.
- Tað veit eg ikki. Tað kann væl vera, at vit mugu grava onkran nýggjan leikara fram, men tað má so vera tað. Tað eru væl saktans eisini aðrir leikarar í landinum, sum duga at spæla hondbólt.
Men eftir dystin í dag, er í hvussu er eingin orsøk at óttast mótstøðuna í næsta dystinum.
- Óttast skal man ongantíð. Vit ræðast í hvussu er ongan, men hinvegin hava vit virðing fyri mótstøðuni. Eisini fyri Belgia, segði Lars Nedergaard at enda.









