Ein maður fekk skaða í vindinum í gjár

Ein maður, sum royndi at tryggja tilfar á bryggjuni í Lopra varð tikin av hvirlu

Ein maður í Lopra, sum var í ferð við at tryggja tilfar í nógva vindinum gjáramorgunin, varð tikin av eini hvirlu. Hann reyk á ein garð og á sjógv.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at maðurin fekk skaða og endaði á sjúkrahúsinum.

Løgreglan fekk einar 80 fráboðanir um skaðar í vindinum gjáranáttina og í gjár. Fráboðanir streymaðu inn til áleið klokkan 15.

Aðrir skaðar eru tó, sum ikki eru fráboðaðir løgregluni. Eitt nú visti stjórin í Betri Trygging, Ingunn Eiriksdóttir, í gjár at siga, at tey høvdu fingið einar 200 fráboðanir.

Politiið hevur eisini verið úti eftir nummarplátum í gjár. Tað eru bilar, har eigarin ikki hevur rinda trygging, vegskatt ella ikki er møttur til sýn. Løgreglan tók í nátt nummarpláturnar av fimm bilum.