Ein maður afturat fongslaður fyri rán í Havn

Hann varð handtikin í gjárkvøldið, men noktar seg sekan

Nú er ein maður afturat fyribils fongslaður í fýra vikur fyri ránið uttanfyri deildini hjá BankNordik íu Húsagøtu í Havn mánakvøldið.

 

Hann varð skuldsettur í gjárkvøldð og skuldsettur fyri at hava verið annar av ránsmonnunum.

Tað er forboð fyri at endurgeva úr rættinum, men maðurin noktar seg sekan.

 

Les eisini: Ein maður afturat handtikin í ránsmálinum

 

Hann var í grundlógaravhoyring nú seinnapartin, og har varð hann fongslaður í fýra vikur.

 

Í gjárkvøldið varð ein annar maður eisini fongslaður í fýra vikur fyri ránið, men hann játtaði seg sekan.

 

Les eisini: Fongslaður í fýra vikur fyri rán í Havn

 

Tað var tá ið ein genta var á veg úr SMS yvir í bankan við kassapengunum úr matstovunum í sølumiðstøðini, at tveir mans í masku, lupu á hana og rændi nakrar fáar túsund krónur frá henni.

 

Síðani hevur løgreglan kannað málið.  Ífyrstu syftu vórðu tríggir mans skuldsettur, men tveir av teimum vórðu leyslatnir aftur eftir rættarfundin í gjárkvøldið.

Men nú sita sostatt tveir mans varðhaldsfongslaður fyri ránið og hesar næstu vikurnar skal løgreglan so brúka til at útgreina málið.