Formenninir í yvirmannafeløgunum hjá sjófólki halda tað vera sera óheppið, at stjórin í FAS og stjórin fyri Skipaeftirlitinum er ein og sami persónur. Formenninir meta nevniliga, at hesin verður noyddur at røkja mótstríðandi áhugamál.
- Hans Johannes á Brúgv er ein týðandi aktørur í føroysku sjóvinnuni, bæði tí heimligu og altjóða partinum av henni. Hann er nevniliga bæði stjóri fyri Skipaeftirlitinum og fyri Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini, FAS.
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum og Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, eru avgjørdir. Teir halda, at eftirlitsparturin í Sjóvinnustýrinum og FAS skulu hava hvør sín stjóra.
Við felagsblaðið, Mið & Magn, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið geva út, siga báðir formenninir, at leiðslurnar í Skipaeftirlitinum og FAS eiga at verða skildar sundur, tí áhugamálini eftir teirra tykki ikki eru tey somu, men peika hvør sín veg, sum teir taka til.
- Sjóvinnustýrið skal jú ganga á odda, tá tað kemur til trygd og at halda altjóða reglur viðvíkjandi skip-um og manningum. Hinvegin hevur FAS áhuga í fáa fleiri skip skrásett. Tað er at selja eina vøru uttan ov nógvar forðingar. Stjórin kann tískil skjótt koma undir trýst frá einum útlendskum reiðara ella umboðsmanni, sigur Páll Hansen.
Annfinnur Garðalíð er samdur og heldur ikki, at tað er í lagi, at stjórin fyri hesar báðar stovnarnar - um vit so kunnu siga - er ein og sami persónur, tí áhugamálini eru so ymisk, og hann skal umboða bæði útinnandi og lóggevandi valdið.
- Sum stjóri í Skipaeftirlitinum skal hann væntast at umboða ein passaliga strangan eftirlitsmyndugleika og umsita tær lógir og reglur, sum føroyska sjóvinnan virkar eftir. Sum FAS-stjóri skal hann hinvegin vera tann smidligi stjórin, sum skal gera reiðararnar nøgdar og kanska ofta royna at fáa undantak frá teimum somu reglunum, hann umsitur sum stjóri í Sjóvinnustýrinum, heldur Annfinnur Garðalíð.
Gunnbjørn Joensen, sum er ein umboðsmaður fyri útlendsk reiðarí í Føroyum, heldur eisini - sambært Mið & Magn - at tað í ávísum førum kann vera problematiskt við teimum báðum kasjettunum hjá Hans Johannesi á Brúgv, men hann heldur tað eisini hava nógvar fyrimunir.
Umboðsmaðurin heldur, at tað verður meira smidligt við viðgerðini í FAS og Skipaeftirlitinum, tá leiðslan er tann sama á báðum stovnunum, sum eisini í tí dagliga eru nógv tengdir at hvørjum øðrum.
- Tað problematiska liggur serliga í FAS-partinum og altjóða umdøminum hjá FAS, tí fyri at røkja áhugamálini har, verður hann noyddur at vera meira tænastuhugaður enn hin strangi eftirlitsmaðurin, sum hann skal vera í stjórasessinum hjá Sjóvinnustýrinum, sigur Gunnbjørn Joensen.










