Ein maður tikin fyri harðskap

Løgreglan hevur nú tikið ein mann, og hevur skuldsett fyri harðskap. Talan er um eitt harðskapsmál frá seinasta vikuskiftið, har tveir mans komu til ilnar uttan fyri eitt skeinkistað í Havn. Tað endaði við, at annar maðurin varð sligin so illa, at nøsin brotnaði.

 

Løgreglan hevur nú fingið fatur á gerningsmanninum, og hann situr nú í varðhaldinum. Av tí at talan er um ein útlending, verður málið lagt fyri rættin, áðrenn hann sleppur út aftur.

 

Boð vórðu eisini eftir løgregluni í morgun. Starvsfólk, sum skuldu til arbeiðis á hotellinum í Runavík, tordu ikki at fara inn, tí ein maður gekk óður inni og rópti og garteraði. Løgreglan varð boðsend og fekk fatur á manninum, sum var farin inn hagar á veg til húsar. Hann varð so koyrdur til húsar, og meiri verður neyvan burtur úr tí. 

 

Í Klaksvík varð løgreglan eisini boðsend at greiða eina ósemju, og tað vísti seg, at tann eini maðurin var so ávirkaður, at hann varð tikin við á løgreglustøðina, har hann varð settur inn.

 

Tað hevur verið nógvur vindur í gjárkvøldið og í nátt, men løgreglan hevur bara fingið boð um ein stormskaði. Tað var á Tvøroyri, og tað hevði lítið upp á seg, tí talan var um tjørupappm sum varð loysnað á einum húsum. Sløkkiliðið fekk boð um hendingina og tey bjargaðu støðuni.

 

Í nátt fór brandávaringin frá Salt at boða frá eldi, men tað var ein tekniskur feilur, tí har var eingin eldur, sigur løgreglan.