Tað hevur verið stak nógv fólk í býnum í gjárkvøldið, Hetta er tað seinasta heila vikuskifti fyri jól, so jólaborðhaldini hava verið nógv í tali, men løgreglan sigur, at tað hevur verið ógvuliga friðarligt.
Løgreglufólk hava eisini verið í býnum, og tey hava lagt uppí onkra hendinga ferð, tá ið fólk eru komin til ilnar, og hava forðað fyri, at meiri spurdist burtur úr.
Men tað er nú greitt, at ein maður verður ákærdur fyri harðskap fyri eina hending í miðbýnum í Havn leygarnáttina.
Tá varð ein maður sligin og hart í andlitið, at hann fór at bløða nasablóð.
Løgreglan sigur, at í gjár meldaði hann tilburðin. Hann visti eisini, hvør tað var, ið hevði sligið, so løgreglan tók gerningsmannin. Hann hevur játtað seg sekan, og verður nú ákærdur fyri harðskap.










