Týsmorgunin klokkan átta fekk løgreglan tvær fráboðanir um innbrot frá handlum í bygdini. Talan var um Mylluna, ið er umboð hjá Shell á oynni, og ein handil, ið selur reiðskap av ymsum slag.
Fólk, ið komu til arbeiðis tann morgunin, varnaðust at innbrot hevði verið. Í Mylluni hevði maðurin brotið seg inn ígjøgnum bakdyrnar. Í handlinum hevði hann leitað og rótað alt ígjøgnum. Tó fekk hann bara sigarettir við sær, tí eingin peningur var í handlinum.
Í handlinum, ið selur reiðskap, hevði maðurin brotið ein rút í høvuðsdyrnum. Hann hevði eisini her leitað væl ígjøgnum alt í handlinum, men hevði bara tikið nakrar knívar og onnur smáting við sær.
Tømdi eldsløkkjara
Sama morgun klokkan 10.45 varð maðurin handtikin av løgregluni. Hann viðgekk beinanvegin, at hann var gerningsmaðurin.
Seinnapartin kemur enn ein fráboðan. Hesuferð frá Venus, ið lá við bryggju í Miðvági, tí innbrot hevði eisini verið har.
Maðurin hevði rótað ígjøgnum alt skipið. Her hevði hann bara fingið nakrar fløskur av brennivíni við sær. Umframt at bróta inn tømdi maðurin ein eldsløkkjara inni í skipinum. Løgreglan roknar við, at maðurin var ávirkaður, tá innbrotini vórðu framd.
Maðurin, sum er fyrst í 20-unum, er skuldsettur fyri innbrot og herverk. Hann er leyslatin aftur, til málið kemur fyri í rættinum.