Tað hevur sum so verið ein friðarlig nátt í býnum í kvøld, og tað sæst aftur á døgnrapportini hjá politinum. Vaktleiðarin roknar við, at fólk ikki hava hættað sær út í keðiliga veðrinum.
Tað einasta málið úr býnum var eitt harðskapsmál um 2-tíðina. Men enn eru tey úr politinum ikki liðug at kanna hetta enn, og tí ber ikki til hjá vaktleiðaranum at greiða nærri frá málinum.
Men um 5-tíðina í morgun fekk politiið eina heldur øðrvísi fráboðan. Tað var um ein mann, sum var farin til gongu gjøgnum Eysturoyartunnilin. Og tað hevur mann jú ikki loyvi til, tí har er eingin gonguteigur.
Maðurin verður skuldsettur fyri ikki at virða tað, sum skeltini klárt og týðiliga vísa í tunellini. Hann fær eina bót, sum kemur at liggja millum 500 og 1.000 krónur.
Annars er fult av vakmyndatólum í tunlinum, so um nakar heldur, at til ber at royna eydnuna, so verður tað ringt, tí politiið fylgir væl við.











