Vanlukkan í Leirvík í kvøld, tá ein vatnskutari rendi á kaiina í Leirvík, kravdi eitt mannalív.
Ein maður í fimmtiárunum doyði, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
– Tveir persónar vóru á einum vatnskutara, sum hevði beina kós inn ímóti havnarlagnum í Leirvík. Hann siglir á molan, og fólkini á skutaranum verða slongd av, og skutarin fer í knús.
– Ein maður í fimmtiárunum kemur so illa til skaða, at hann verður staðfestur deyður, tá hann kemur á Landssjúkrahúsið, sigur vakthavandi á politstøðini, John Kruse.
Saman við manninum var ein 13 ára gomul genta, sum ikki fær álvarsaman skaða.
Vanlukkan hendi í Leirvík klokkan 19:15, tá víkingadagar vóru í Leirvík. Alt tiltakið við Víkingadøgum er avlýst vegna vanlukkuna.
Løgreglan kennir enn ikki allar smálutir í málinum, og enn er nógv eftir at kanna. Men tey avvarðandi eru kunnað, sigur vaktahavandi.