Ein má stríðast í 60 minuttir um ein vil vinna (FM1)

(FM1) Hoyr David Edvardsen hjá Kyndli seta orð á steypafinaluósigurin ímóti Neistanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við David Edvardsen hjá Kyndli aftaná David hevði fingið eitt silvurheiðursmerki um hálsin aftaná 21-22 tapið ímóti Neistanum í Faxe Kondi steypafinaluni, har Rasmus Søby skoraði sigursmálið í allarseinasta sekundi.

 

- Ein má stríðast í 60 minuttir um ein vil vinna eina steypafinalu, staðfestir David Edvardsen í stuttu samrøðuni.

 

Kyndil var á odda við fýra málum í seinna hálvleiki, men teir megnaðu ikki at halda fast við leiðsluna.