Viðareiði: Tað er ikki á hvørjum degi, at ein hevur høvið at eta somu rættir sum á Jesu døgum.
Men hesin sjáldsami møguleikin er til staðar, tá Hin Føroyska Ísraelsmissiónin bjóðar til serstaka jødiska páskamáltíð á Viðareiði 2. páskadag.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ísraelsmissiónin skipar fyri slíkum tiltaki.
Endamálið er at geva fólki eina ímynd av, hvussu lærusveinarnir høvdu tað, tá teir undan páskum ótu saman við Jesusi, stutt áðrenn hann doyði á Golgata krossi.
Sangur og upplestur
Ísraelsmissiónin hevur so líðandi fingið tann siðin inn at bjóða fólki til eina slíka páskamáltíð.
Hesar máltíðirnar hava verið á ymsum støðum, og í ár stendur missiónshúsið á Viðareiði fyri tørni.
Undir hesi jødisku páskamáltíðini fer nógv ymiskt fram. Lisið verður upp úr Bíbliuni og sangur er eisini á skránni.
Men so hava fólk eisini møguleikan at royna nakrar av teimum rættunum, sum natúrliga hoyra við til eina slíka jødiska páskamáltíð.
Neyðugt er kortini at tekna seg áðrenn, og gerst tað hjá Johan Henriksen í Klaksvík.