Á heimasíðuni hjá Havstovuni hevur verið gjørligt at fylgt við lívinum í 14 útvaldum lundaholum í Skúgvi.
Lundar hava verið í øllum teimum 14 reiðrunum, og teir hava vorpið í 11 av teimum, so tað sá ikki so galið út. Men tað vísti seg skjótt, at lundarnir helst høvdu trupuleikar við at finna føði. Lundarnir skiftast um at liggja á, men summir komu ikki aftur til tíðina, tá ið teir skuldu loysa av, so við hvørt rýmdi tann, sum vermdi, so eggið lá einsamalt í fleiri tímar og við hvørt dagar. Hvørja ferð lundi kom aftur til eitt egg, sum lá einsamalt, helt hann tó fram við at verma, sum um onki var hent. Kortini eru tað tvey pør, sum hava vermt so mikið væl, at eggini blivu klakt. Tann fyrsta pisan, í holu nr. 3, kom út 16. juli og hin, sum er í holu 14 kom út 19. juli. Tann fyrsta doyði longu 24. juli, bara 8 dagar gomul. Hin pisan sær út til at vera væl fyri og hevur fingið føði fleiri ferðir. Føðin er tó sera smátt fiskayngul, og tað er ikki nebbasild, sum annars er vanligasta føðin hjá lundapisum.
Havstovan skrivar annars, at sera lítið av lunda hevur verið at sæð í bakkanum. Eisini verður sagt, at gróðurin hevur verið út av lagi vánaligur. Hetta er grundliðurin í føðiketuni, og tí er aftur lítið av bæði fiskayngli og nebbasild ella hvítingsbróður.
´Á heimasíðuni hjá Havstovuni ber eisini til at lesa um úrslitið av ætu- og yngulkanningum, sum eru gjørdar í ár.
Fylgjast kann við vevmyndunum úr lundaholunum á www.hav.fo