Ein ólukkulig avgerð

Kanadiska modellin Catt Gallinger fer helst restina av sínum lívi at angra tann dag, tá hon læt sjeikin tatovera annað eyga á sær lilla

Kanadiska modellin Catt Gallinger fer helst restina av sínum lívi at angra tann dag, tá hon læt sjeikin tatovera annað eyga á sær lilla, tí her gekk nevniliga so rívandi galið hjá ungu kvinnuni.

 

Longu einar tveir minuttir eftir, at tatoveringin varð gjørd, seyraði lillablekk út úr eyganum, nærmast sum ett slag av angrunartárum.

 

Dagin eftir hovnaði hon so nógv um eygnalokið, at hon sá einki við tatoveraða eyganum, og skjótt kom eisini ógvusligur og pínufullur bruni í eyga.

 

Síðan tatoveringina og feigdardagin hevur Catt Gallinger havt tað ræðuligt, og nú stúrir hon fyri at missa eyga. Tað hava læknarnir sagt henni, og teir siga eisini, at hon er í vanda fyri at gerast heilt blind.

 

Útlendskir miðlar, sum bera tíðindini um ólukkuligu Catt Gallinger og hennara úr vón og viti eygnatatovering, eru eitt nú Washington Post og The Sun.

 

Kanadiska modellin hevur av sonnum angrað sína eygna-tatovering, og hon hevur síðan stóra mistakið javnan lagt út á sína Facebook-síðu ávaringar um slíka tatovering.