Ein loysn skal finnast upp á tunnilsgrótið

Eg vildi skotið upp nýggjar samráðingar við tunnilsfelagið og Runavíkar kommunu um grótið úr Sandoyartunnlinum. 
Ein loysn kundi verið, at goldið tunnilsfelagnum hasar 12 mio krónurnar fyri grótið og so í staðin kundi grót av Glyvursnesi verið selt til Runavíkar kommunu og síðani verið siglt av Glyvursnesi inn á Skálafjørðin. Glyvursnes skal fríðkast soleiðis, at økið kann nýtast á ein skilagóðan hátt. Tað eru eitt hav av møguleikum í tí sambandi. Eitt er tó vist, tað er, at loysn skal finnast upp á grótmálið. 


X við Kára Johansen,

listi C. Javnarflokkurin