Ein loysn á Pedagogverkfallinum?

Møguliga røkist nú fyri einari loysn á pedagogverkfallinum.

Sambært upplýsingum sum Rás2 hevur fingið, kallaði nevniliga Pedagogfelagið arbeiðsgevarunum á almenna arbeiðsmarknaðinum inn til fundar fyri góðm hálvum tíma síðani.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum viðgjørdu um vikuskiftið eitt upplegg, sum tey handaðu Pedagogfelagnum fyrrapartin.

Nú hevur Pedagogfelagið so hugt uppleggið ígjøgnum og biðið arbeiðsgevararnar um at koma á fund um tað, og tann fundurin skuldi byrja klokkan hálvgum fýra.

Í morgin eru annars tvær vikur, síðani verkfallið hjá pedagogunum fór í gongd, og tað hevur serliga rakt alt serøkið undir landinum, sambýlir, bústovnar, verkstøð, umlættingarheim, vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar og annað.