Á samkomuni, har fleiri býráðslimir og onnur vóru møtt, var kaffi og pinnamatur. Áðrenn løtan byrjaði við heilsanum til Andre, spældi Meinhard Bjartalíð á klaver, og hetta setti sín serstaka dám á tiltakið.
Fystur at taka orðið var býráðsformaðurin, Rodmundur Nielsen, sum takkaði Andre fyri trúgva tænastu øll hesi mongu ár.
Hann vísti á, at tað er ikki ein og hvør, sum hevur sitið í almennum starvi eitt so langt áramál.
- Teir, sum sótu í kommununi, tá ið Andre tók við starvinum, eru ikki allir á lívi í dag. Formaður í Runavíkar kommunu fyri 29 árum síðan var Dia P. Johannesen.
Rodmundur takkaði Andre fyri loyalitet og góð samstarvsevni, sum hava so stóran týdning í einum tílíkum starvi.
- Andre tók sjálvur avgerðina um at gevast, og nú hann ikki longur er í starvi hjá kommununi, er hann farin at bora og spreingja saman við soninum, Jákupi Andreas.
Rodmundur vísti á, at Andre er aktivur í samkomu, har hann hevur serliga stóran áhuga fyri ungdóminum.
- Hesum hava vit størstu virðing fyri, segði hann.
Býráðsformaðurin ynskti fyrrverandi arbeiðsformanninum og familju hansara alt tað besta, nú hann er farin undir annað virksemi.
Á samkomuni handaði Rodmundur Nielsen Andre ein frálíkan málning av Sandi, haðani Andre er. Listamálarin er leirvíkingurin, Sámal Toftanes.
Hans Jakku Lamhauge, sum hevur verið formaður í teknisku nevnd hjá Runavíkar kommunu í mong ár, takkaði eisini Andre fyri trúgva tænastu øll hesi mongu ár.
- Vit hava samstarvað í 27 ár, og tískil kenni eg teg rættiliga væl. Tú hevur verið ótrúliga loyalur móti tínum arbeiðsplássi. Tú torir at siga tína meinig, og tú sigur hana við rætta viðkomandi.
Hans Jakku vísti á, at tað krevur nóg av einum manni at vera arbeiðsformaður í eini so stórari og umfatandi kommunu við so nógvum bygdum.
- Tað krevur nógv at fáa alt at ganga upp.
Hans Jakku greiddu frá umstøðunum, sum arbeiðsmenninir hjá kommununi í sínari tíð høvdu uppi á einum neystalofti og seinni í kjallaranum á havnaskrivstovuni.
- Tú ynskti alla tíðina, at arbeiðsmenninir fingu rímilig kor at virka undir. Nú tú fert frá, eru hesar umstøður við at verða undir landi í nýggjum bygningi á Lambareiði.
Hans Jakku segði, at tað ikki altíð hevur verið so tespiligt hjá Andre og hansara monnum í kommununi.
- Tit noyddust út at arbeiða í regni og ódn, tá ið rennurnar ikki svølgdu - ja, onkuntíð svóvu tit ikki í heilar nætur. Eg havi stóra virðing fyri tí arbeiði, tú og tínir menn hava gjørt fyri kommununa.
Eliesar Kastalag, ið hevur starvast sum verkfrøðingur hjá kommununi í mong ár, segði eisini nøkur orð á hugnaligu móttøkuni.
Hann takkaði Andre fyri mongu árini og vísti á hansara loyalitet móti arbeiðsplássinum.
- Eg byrjaði í 1970, einsamallur á deildini sum arbeiðsformaður, tekniskur ráðgevi og alt millum himmal og jørð.
Eliesar segði seg minnast ógvuliga væl, tá ið hann í sínari tíð sá umsóknina hjá Andre, tí teir kendust úr Klaksvíkini.
- Eg var ógvuliga glaður fyri setanina av honum. Samstarvið hevur verið gott, hóast vit ikki altíð hava verið samdir um alt.
Eliesar helt, at kona Andre, Marjun, mangan hevur verið tolin, tá ið arbeiðsdagarnir vóru langir, og neyðugt var hjá honum at traðka til í úrtíð.
- Hjartaliga takk fyri tíðina, segði Eliesar.
Kári P. Højgaard, býráðslimur, takkaði Andre eisini fyri tíðina og endurtók enn einaferð hansara loyalitet móti arbeiðsplássinum.
- Tað hevur ikki altíð verið lætt at gjørt øllum til vildar, eitt nú tá ið kavi lá, og vegirnir skuldu gravast.
Kári vónaði, at Andre fer at fáa mong góð ár aftrat.
- Aldur sæst ikki á honum, segði hann.
At enda takkaði Andre Hentze fyri tøkkirnar og góðynskini.