Ein lorta-bilur

Nú er ikki longur neyðugt við siðbundnum brennievni til bilar. Bretska fyritøka, GENeco hevur ment ein Volkswagen Boble sum brúkar kloakk sum brennievni.

Hesin umhvørvisvinarligi bilurin koyrir ikki beinleiðis við reinari kloakk, men við metangassi, sum verður vunnið úr kloakkburturkasti á reinsianleggum kring alt landið.

GENeco sigur sjálv, at bilurin sum er tann fyrsti av sínum slagi, er eitt gott alternativ til el-bilin.

Sagt verður, at bilurin er sum allir aðrir bilar, og at ein ikki á nakran hátt kann merkja og lukta at hann koyrir við biogassi.