Ein longu skaddur av fýrverki

Hóast tað ikki er nýggjársaftan enn, so er longu tann fyrsti persónurin skaddur av fýrverki. Talan er um Trónd Enni á Tvøroyri.

Hóast tað ikki er nýggjársaftan enn, so er longu tann fyrsti persónurin skaddur av fýrverki. Talan er um Trónd Enni á Tvøroyri. Tí ávara tey nú onnur um at minnast til tey atlit ein má taka, tá ið ein handferð fýrverk, nú tað stundar til stóra brakið í kvøld. 

 

 

 

Á Facebook verður greitt frá, at ein rakett við grísahøvdi á brast, tá ið Tróndur Enni tendraði hana. Hon eksploderaði beint frammanfyri honum, áðrenn hann fekk vent sær burtur frá henni. Tróndur Enni ger greitt á Facebook, at tað var av gáloysni frá hansara síðu, tí hann fór aftur eftir rakettini, tá ið hon ikki tendraði. - Eg gjørdi alt tað, eg ikki skuldi gera, sigur Tróndur Enni.

 

 

Hann hevur nú blóð og eina rivu á vinstra trummuhinnu, ógvusligt tinitus og skal til oyralækna fyrst í komandi ári.

 

 

- Minst til verndarbrillur, leðurhandskar og oyravernd, sigur Tróndur Enni og unnusta hansara, Lív Næs tí í kvøld.