Ein ljós og rúmlig oasa í høvuðsstaðnum

Limirnir í fríkirkjuni Oasan í Hoyvík síggja við spenningi fram til leygardagin 27. august, tá kirkjubygningur teirra verður vígdur. Millum luttakararnar er Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri og gestir úr Noregi og Íslandi.

Samkomur


Hoyvík: Eftir at hava húsast á ymiskum støðum seinastu árini, kann fríkirkjan Oasan nú síggja fram til dagin, tá tey kunnu taka sín egna kirkjubygning alment í nýtslu.

Fyri limirnar í samkomuni verður tískil leygardagurin 27. august ein heilt serstakur dagur.

Henda dagin verður nýggi bygningur teirra nevniliga vígdur. Og nú kunnu tey álvara fara til brots við missiónsarbeiði sínum innanveggja og aðrastaðir við.

Í samband við hesa vígsluna fara fyristøðumaðurin, Jóni Johannesen og mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni at tala, eins og nógvur sangur er á skránni.

- Vit eru sera fegin um henda nýggja og góða bygningin, vit hava fingið. Vónandi verður hann til signing fyri mong menniskju, sigur Jóni Johannesen.

Kirkjan sjálv er longu í brúki til gudstænastur, møtir og til barna- og ungdómsarbeiðið. Fyrsta møtið varð hildið her sunnudagin 5. juni, men ikki fyrrenn nú verður kirkjan altso vígd.


Umfatandi skrá

Skráin fyri vígsluna av bygninginum er løgd og sær sera spennandi út. Umframt luttøku úr Føroyum koma eisini kend fólk úr Noreg og Íslandi at taka lut.

Vígsluhátíðin byrjar hóskvøldið 25. august, tá ungdómsmøti verður. Fríggjakvøldið verður stór gospelkonsert fyriskipað, har ein vendur sær bæði til tey eldru og til tey yngru.

Við hesa konsertina fer Finnur Hansen at syngja, umframt bólkin Proclaim og gospelkórið United Voices.

Sjálv vígslan verður leygardagin kl. 15, tá ein vígslugudstænasta verður á skránni har fyristøðumaðurin og mentamálaráðharrin fara at tala.
Við hetta høvið fara eisini Torbjørn, Annika, Sigrið og onnur at syngja, eins og dansibólkurin Saltið hevur eina framførslu.

Eftir vígsluna verður kirkjan víst fram, og um kvøldið verður so møtið við tí eina útlendska gestinum. Tá fer nevniliga kendi Føroya-vinurin, Eivind Frøen úr Noregi at tala og ein manstrio úr Soli Deo Gloria í Klaksvík at syngja.

Sunnudagin 28. august verður so fyrst gudstænasta kl. 11, har Fridrik Schramm úr Íslendsku Kristskirkjuni talar og Ester, Jannet og onnur syngja.

Seinnapartin er sunnudagsskúli á skránni, har m.a. Absalon Áargarð og familja hansara luttaka.

Um kvøldið verður so aftur evangeliskt møti við Eivind Frøen, har Torbjørn, Annika, Sigrið og onnur syngja. Aftaná hetta møtið verður nátturði.


Omanfyri 500 fólk

Nú samkoman hevur fingið góð og rúmlig høli til virksemið sítt, er ein faldari í gerð, har virksemið í og út frá samkomuni skal lýsast.
Hesin faldarin verður ætlandi prentaður í eini 4.000 eintøkum, og skal m.a. berast út í øll húsarhaldini í Hoyvík og helst aðrastaðni við.
Í tí stóra møtisalinum verður mett at eini 400 fólk kunnu sita. Í einum lítlum sali, sum skal avskildrast við faldiveggi, kunnu væl omanfyri 100 fólk sita.

Her er eisini ein nútíðar køkur, og tí ber til hjá samkomuni sjálvari at hava møtir og temadagar í tí eina salinum, meðan ein etur máltíðirnar í hinum.