Ein familja í Georgia í USA gjørdist rættiliga ovfarin, tá 10 ára gamla dóttirin í húsinum fann út av, at ein lítil og livandi ugla búði í jólatrænum, sum tey keypt til jólini.
Mamman, sum hesa løtu var í einum øðrum rúmi í húsinum, hoyrdi dóttrina rópa.
Hendingin hevur vakt ans í USA, og mamman hevur snakkað við CNN um tilburðin, eftir at søgan fyrst varð borin í øðrum miðli.
Í fyrstani helt mamman, at tað vóru jólauglur, sum tey longu tá høvdu hongt upp í jólatræið, sum høvdu gjørt dóttrina kløkka.
Men, tá mamman sjálv kom inn í stovuna, gjørdist hon rættiliga bilsin.
- Uglan, sum sat í trænum, snaraði høvdinum og hugdi beint upp á meg, og hetta var ein verulig og livandi ugla, sigur hon.
Familjan visti ikki rættiliga, hvat tey skuldu gera fyri at fáa ugluna úr jólatrænum. Tey høvdu tískil vindeygað opið um náttina í vónini um, at uglan sjálv fór at flúgva út.
Men, hon fór ongan veg. Tí noyddist familjan at boðsenda einum sjálvbodnum djóraverndarfelag. Tey tóku ugluna úr trænum, góvu henni at eta, tí hon var rættiliga rak.
Síðan fekk familjan tey ráð frá djóraverndarfelagnum at seta ugluna í eitt búr uttandura, og sum tíðin leið, fleyg uglan burtur.