Ein livandi legenda

   

Ofta verður havt á munni, at italskir frásøgumenn eru nakað heilt fyri seg. Tí skuldi tú ikki hildið, at ein norðbúgvi soleiðis uttan víðari kundi læra teir nakað í so máta, men tað var tó júst tað, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi á ferðini.
Eftir hálvfinalusigurin á Finnlandi fóru tey enntá at tosa um, at skuldi hasin maðurin framhaldandi verða í høllini, so máttu tey byggja eitt glasbúður til hann, soleiðis at hann ikki órógvaði aðrar áskoðarar í høllini.
Og heima í Føroyum lótu tey, sum tað skiltist, eisini væl at. Onkur kallaði hann enntá fyri mest partíska frásøgumannin nakrantíð, men so leingi tað er í okkara parti, man tað fara at vera í lagi.