Ein listarlig drotning

Tú gerst bergtikin av málningum hennara, sigur Singhild V. Johannesen um málningarnar hjá Astri Luihn.

Í gjárkvøldið kl. 19.00 varð forvitnislig listaframsýning hjá Astri Luihn latin upp í Spaniastovu av Signhild V. Johannesen, forkvinnu í Mentanarrnevnd býrásins.

- Listaligar drotningar eiga vit nógvar av í Føroyum. Saman við Astri Luihn kann eg eisini nevna Gurðið Poulsen, Astrid Andreasen, Elinborg Lützen, Fridu Zachariassen, Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy, Sigrun Gunnarsdóttir og fleiri við teimum. Allar hava tær roynt sína egnu serstøku leið, segði Signhild V. Johannesen millum annað í røðu síni.

 

Jógvan Andrias Joensen greiddi eisini frá húsinum og spældi nøkur løg.

 

Ein fjálg, áhugaverd og annarleiðis framsýning, sum hóskar sera væl teimum spennandi hølunum og er sanniliga eina vitjan verd. Framsýningin hongur uppi allan juni mánaða.

 

Orð og myndir: Dávur Winther