Ein langur dagur hjá Kára P. Højgaard

Fyri lítlari løtu síðani settist hann fyri kanningarleiðaran at greiða frá sínum leikluti í ætlanini at gera Eysturoyartunnilin

Fyri lítlari løtu síðani settist hann fyri kanningarleiðaran at greiða frá sínum leikluti í ætlanini at gera Eysturoyartunnilin

 

Nú beint eftir klokkan níggju í morgun, settist Kári P. Højgaaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, í stólin í Føroya Rætti, har hann skuldi greiða frá sínum leikluti í ætlnini at gera Eysturoyartunnilin.

 

Eftir at kanningarleiðarin, Hans Gammeltoft Hansen, hevði greitt Kára P. Højggard frá løgfrøðiliga grundarlagnum undir kanningini greiddi Kári P. Højgaard fyrst frá síni persónligu vðurskiftum sum fiskimaður, postmaður, býráðslimur, løgtingsmaður og landsstýrismaður í innlendismálum.

 

Væntandi verður talan um eina drúgva avhoyring, tí farið verður grundinga til verka.

 

Tað eru fimm høvuðsspurningar, sum skulu svarast, men undir hvørjum høvuðsspurningi eru so fleiri undirspurningar.

 

Fyrst fáa spyrjarin, Jens Vang og hjásitarin hjá Kára P. Højgaard høvi at seta spurningar í fleiri umførum, men er okkurt, kanningarleiðarin, ella hjálparfólk hansara, Majken Johansen, løgfrøðingur, halda eigur at vera lýst nærri, hava eisini tey høvi at seta spurningar.

 

Hans Gammeltoft Hansen skilir ikki føroyskt, so avhoyringing er á donskum og farið verður heilt aftur til tíðina, tá ið eitt privat felag vildi sleppa at gera Eysturoyartunnilin.