Høgni Hoydal
Á tingfundi mikudagin 23. november, varð undirritaði av fleiri tingmonnum úr Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum lagdur undir landsskaðiligt virksemi – og onkur nýtti orðið “landasvik”. Hetta varð ikki átalað frá løgtingsformanninum, hóast tað neyvan hevði komið fyri í nøkrum øðrum parlamenti í heiminum.
Atvoldin var, at eg hevði sett munnligan fyrispurning til løgmann, um hann vildi gera donskum myndugleikum greitt, at føroyska fólkið ongantíð hevur valt at gerast partur av danska eindarríkinum, og tískil heldur ikki skulu dragast í hertænastu í danska herinum.
Hetta noktaði løgmaður fyri at gera. Ístaðin tóku bæði løgmaður og nærum øll røðin av samgongutinglimum orðið og viðgjørdu – ikki málið – men spyrjaran. Tey løgdu spyrjaran undir landsskaðiligt virksemi á fólkatingi í sambandi við viðgerðina av sonevnda blokkstuðlinum.
Har hevði eg lagt mína politisku sannføring fram, sum so ofta áður. Eg hevði víst á, hvussu sonevndi blokkstuðulin er eitt gjald fyri at vit lata sjálvræðið frá okkum. At hetta skapar ábyrgdarloysi og ófrælsi. Og at politisku flokkarnir í Føroyum heldur enn at hugsa um at menna altjóða samstarv og nýggjar inntøkumøguleikar, brúka donsku pengarnar í royndunum at fáa atkvøður og at varðveita sítt politiska vald í Føroyum. Eg hevði mælt til, at danskir og føroyskir myndugleikar ístaðin sum vaksin fólk samráðast um, hvussu vit á ein skipaðan hátt gera okkum leys av peningaveitingunum, og at føroyingar taka ábyrgdina av sínum búskapi og síni støðu í heiminum. (Røðan og orðaskiftið eru til skjals á HYPERLINK "http://www.ft.dk" www.ft.dk ella HYPERLINK "http://www.dnag.dk" www.dnag.dk ).
Eftir stendur ein brennandi spurningur: Er tað veruliga soleiðis statt í Føroyum í dag, at tey sum politiskt vilja loysa hava fult fólkaræði í Føroyum, vilja taka alla ábyrgd av okkara búskapi og vilja samstarva við allan heimin á jøvnum føti, skulu skírast landasvíkjarar? Enntá av løgtingsins røðarapalli – óátalað? Tað er – sum maðurin segði – “eitt snedugt land”.
Alt í meðan 3. næstformaður í formansskapi Løgtingsins, Óli Breckmann, fyrst hjálpir løgmanni at sleppa undan at svara lógligum spurningum á tingi við at skíra teir “glantrileik” og “sirkus”. Og síðani fer sama umboð fyri formansskap Løgtingsins í danskar miðlar og skírir síni politisku mótstøðufólk og tey samkyndu at ganga somu ørindi sum tey, ið stuðlaðu nazistunum. Samanber medmenniskjur, ið onki hava gjørt skeivt, við brennivargar, barnamisnýtarar og tjóvsvætti (kleptomanar). Og háðar tey, ið stríddust móti apartheid-skipanini í Suðurafrika?
Tá haldi eg, at meiningsloysið er fullkomið í politiska tómrúminum, sum valdar í løtuni. Allar niðurgerandi útsagnir frá teimum, ið hava valdið í løtuni, tykjast fara aftur við borðinum uttan nakra sum helst avleiðing.
Tað nyttar lítið, at løgmaður letst verða skelkaður av Ólasar donsku tiradum, samstundis sum hann fremur hansara politikk í verki, og styðjar seg til hansara retorikk og grovheitir í tinginum, tá tað tænir samgonguni. Og letur tey ótespiligu persónsálopini móti minnilutabólkum og móti eini andstøðu á tingi, sum er lítil í tali, mynda samgongustevið dagliga í tinginum. Hugtøkini “avleiðingar” og “politisk sømiligheit” kundu í dag tað sama verðið strikað úr politisku orðabókini í Føroyum.