Í dag er ein lagnudagur fyri føroyskan ítrótt, og føroyska samfelagið sum heild.
Tað er nevniliga ídag, at ein føroysk sendinevnd, við Kaj Leo Holm, Johannesen, løgmanni, á odda, skal hitta forsetan í altjóða olympisku nevndini, Thomas Bach.
Og tað, tey fara at tosa um, er møguleikarnir hjá Føroyum at fáa limaskap í olympisku nevndini.
Tað eru yvir 30 ár síðani, at Føroyar søktu um at fáa limaskap í olympyska felagsskapinum. Men umsóknin er ongantíð viðgjørd, soleiðis sum føroyingar halda, at hon eigur at verða viðgjørd.
Og ikki fyrrenn nú hevur tað so frægt sum eydnast at koma á tal við forsetan í olympiska felagsskapin at greiða frá okkara sjónarmiðjum.
Við í føroysku sendinevndini, sum skal á fund í dag, eru, sum sagt, løgmaður, sum eisini er verji fyri føroyskan ítrótt. harafturat eru tvey onnur umboð fyri løgmansskrivstovuna og ÍSF forsetin, Petur Elias PEtersen, umframt eitt umboð afturat fyri ÍSF.
Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Petur Elias Petersen, forseta í ÍSF, greiða frá, hví hann heldur, at ein glotti nú er at hóma.