Ein lætti at tað eydnaðist

Magnus Tausen greiðir her frá, hvvussu tað var at fáa rituvíkssystkinini í Guiness' rekordbók.

Eftir at hava arbeitt við málinum í næstan trý ár, er langt um leingi eydnast at fáa staðfest, at tey tólv børnini hjá Elsebeth og Magnus Olsen í Rituvík, sum á sumri í 2012 rundaðu tey 1.000 árini tilsamnas, sleppa í Guinness-metbókina.

 

Øll tólv systkini eru framvegis á lívi, og hava tey lív og heilsu, verða tey í juli í ár samanlagt 1.036 ára gomul - og tey seta met alla tíðina.

 

Ommu- og abbabørn hjá Elsebeth og Magnus  fingu í gjár at vita, at Guinness-metbókin viðurkennir, at tey tólv systkini úr Rituvík eiga hetta sjáldsama metið.

 

Magnus Tausen, sum er sonur Amy, ið er næstyngst í stóra systkinaflokkinum, greiddi Hilmar Jan Hansen frá í tíðindunum á Rás 2 í dag, og til ber at hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Tey tólv systkini eru Maggi, Vensil, Sára, Marin, Arnholt, Carl, Elly, Jaspur, Harry, Mary, Amy og Árni.