Í gjárkvøldið var fundur í skúlanum á Viðareiði, har sáttmáli varð undirskrivaður um at gera ein umleið 1.950 metra langan tunnil úr Hvannasundi til Miðdals, umframt at tilsamans fýra kilometrar av nýggjum vegi skulu gerast til og frá tunnilsmunnunum.
Gott og væl 200 fólk vóru møtt á fundinum – bæði fólk av Viðareiði og onnur við – og Snorri Brend, sum var ein av fyrireikarunum av fundinum í gjárkvøldið, helt tað avspegla, at fólk eru spent og gleða seg til nýggju og tryggaru farleiðina.
– Fólk hava koyrt eftir Viðareiðisvegnum í skjótt 50 ár, so tey vita, hvussu trupul hann kann vera, men tó hevur bygdin staðið í vøkstri. Tí fær Viðareiði ikki bara ein tunnil, men eisini eina framtíð, sigur Snorri Brend.
Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.










