-Føroyski landgrunnurin er framhaldandi áhugavert leitiøki. Tað hevur sínar avbjóðingar, gamaní ? men eg havi góðar vónir til, at tað stóra kanningararbeiði, ið verður gjørt, fer at føra til, at Føroyar fara at fáa eina munandi inntøkukeldu afturat segði Johan Dahl, oljumálaráðharri, tá loyvini í 3. útbjóðing vórðu latin í Tinganesi mánamorgun
Tað var Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum, sum í morgun handaði trý nýggj leitiloyvi á føroyska landgrunninum. Hann vísti á, at henda hending er ein laðarsteinur í oljuleitingarsøgu okkara, og helt fyri, at vit eiga eisini við slíkt høvi at steðga eitt sindur á og gera okkum nakrar tankar um, hvussu hevur gingist, og hvussu útlitini eru.
-Hyggja vit fyrst aftureftir, er nógv hent, síðani fyrstu loyvini vórðu latin fyri góðum átta árum síðani. Tað er ikki smávegis av arbeiði og pengum, sum eru ? og framvegis verða ? løgd í oljuleiting á landgrunni okkara, og tað hevði ikki verið, um økið ikki er áhugavert.
Lat okkum ikki gloyma tað!
Basaltið ikki ein trupulleiki
Hóast vit enn ikki hava funnið kolvetni í nóg stórum nøgdum, so eru framstigini rættiliga stór kortini. Vit plagdu at hoyra um basalttrupulleikar í samband við bæði innsavning av seismikki og í samband við at bora gjøgnum basalt. Her eru munandi framstig gjørd við tí virksemi, sum her hevur verið hesi árini og við tí tøkniligu menning, ið verið hevur. Vit hava tí eftirhondini eina munandi betri mynd og eitt betri forstáilsi av undirgrund okkara, umframt tað, at boring í basalt er ikki tann trupulleikin, sum stúrt varð fyri.
Landsstýrismaður helt fyri, at oljufeløg eru komin og farin. Og soleiðis fer tað helst eisini at verða frameftir. -Eg havi góðar vónir um, at undirgrund okkara er so mikið áhugaverd, at tað framhaldandi verða feløg, ið koma at halda áfram at leita. Signalini, vit fáa, vísa, at áhugin avgjørt er til staðar.
Við teimum loyvum, sum í dag eru/verða latin, hava vit 14 loyvi. 6 boringar eru gjørdar, og tann týðandi - sera týðandi - staðfesting er gjørd, at kolvetni verða framleidd í undirgrund okkara.
Framtíðin
Hvussu sær so út frameftir spurdi landsstýrismaður og segði:
-Tað er ein rættiliga spennandi tíð, ið liggur fyri framman. Við loyvunum, sum verða latin í dag, eru góð útlit til, at vit hava tryggjað leitingarvirksemi 6 ár fram.
Tað kann nógv henda til ta tíð, tí vónandi verða nakrar leitiboringar á skránni næstu árini. Komandi ár verður aftur ein spennandi boring, ið ikki er so langt frá Cambo brunninum, har kolvetni eru staðfest. Hóast vit kanska leggja virksemið mest til merkis, tá boringar eru, so gongur ein ørgrynna av virksemi fyri seg, sum vit ikki leggja so væl til merkis.
Tað er nevniliga arbeiði við at búna loyvini til at gerast búgvin at bora.
Fleiri loyvi nærkast tíðini, at avgerð skal takast, hvørt borast skal. Tíðin fer at vísa, hvussu nógvar boringar, vit koma at fáa burturúr hesum, men útlitini eru rímiliga góð. Hetta er í loyvum, har boringar ikki vórðu avtalaðar frá byrjan, men har kanningararbeiðið, ið er gjørt síðani, vónandi fer at føra til, at kunnleikin til loyvisøkini er blivin so mikið góður, at feløg gera av at bora royndarbrunnar.
Hetta er í tráð við tankan um, at hava útbjóðingrumfør. Tað umfarið, sum nú er byrjað, skal so vónandi um nøkur ár eisini føra til, at onkrir brunnar verða boraðir á hesum loyvunum.
So samanumtikið kunnu vit staðfesta, at føroyska økið framhaldandi er áhugavert leitiøki ? tað hevur sínar avbjóðingar, gamaní ? men eg havi góðar vónir til, at tað stóra kanningararbeiði, ið verður gjørt, fer at føra til, at Føroyar fara at fáa eina munandi inntøkukeldu afturat segði Johan Dahl. Lesið meira í dagsins útgávu av Sosialinum.
(Lesið eisini meira um oljuløtuna í Tinganesi í Vinnan í Sosialinum týsdagin og lurtið á Vinnurásini á Rás2 týsdagin.)