Ein nýggj føroysk bók, sum eitur Okkara millum, er júst komin á gøtuna. Ein bók, har 20 føroyingar, ið varða av ymsum krabbameinssjúkum, greiða frá, hvussu tað var at liva við sjúkuni, hvussu tað er at missa ein, ið man var góður við orsakað av krabbameini, og hvussu tað er at hava fingið at vita, at læknarnir ikki kunnu gera meira. Bæði børn og ung, kvinnur og menn og eldri og yngri eru við í bókini. Hartil er eisini ein tekstur, har søgan hjá felagnum í stuttum er skrivað.
Fyri góðum ári síðan fekk Turið Kjølbro eina áheitan frá Føroya Felag móti Krabbameini um at ritstjórna eina bók. Nakað frammanundan hevði danska krabbameinsfelagið Kræftens Bekæmpelse givið eina bók út í sambandi við teirra 75 ára stovningardag, sum eitur Vi længe leve, har 25 danir siga frá, hvussu tað er at yvirliva krabbamein.
- Hugskotið aftan fyri hesa bókina er sera gott og tí gjørdu vit av at gera eina líknandi føroyska. Okkara er tó ólík teirri donsku við, at vit ikki bert hava tey við, sum eru vorðin frísk, men eisini tey, sum hava mist og eru sjúk, sigur Turið Kjølbro, ið leggur aftrat at neyðugu loyvini at brúka donsku bókina sum fyrimynd fekk felagið uttan hóvasták.
Sterk og innilig
Tekstirnir í bókini eru sera fjølbroyttir og ymiskir. Teir umboða rættiliga nógvar krabbameinssjúkur. Í onkrum førum er talan um somu sjúku, men søgurnar eru ymiskar fyri tað.
- Ongin upplivir slíkt á sama hátt, og tað gongur eisini aftur í bókini. Men talan er um sterkar og inniligar tekstir, sum í øllum førum eru farnir inn undir mína húð, sigur ritstjórin á Okkara millum.
Turið sigur, at tekstirnir eru ikki so álvarsligir sum tað kanska sýnist, men meiri lívsjáttandi.
- Her eru jú øll menniskju, sum hava beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýti til krabbamein. Hetta er ein lívsjáttandi bók um eina lívshóttandi sjúku, sigur Turið Kjølbro.
Við at geva eina slíka bók út, er vónin hjá felagnum, at fólk sum koma í slíkar støður onkursvegna kunnu finna ugga, linna og stuðul í bókini.
- Tað eru nógv menniskju, sum verða rakt av krabbameini bæði beinleiðis ella óbeinleiðis, sigur Turið Kjølbro og leggur afturat, at um 200 føroyingar fáa staðfest krabbamein um árið.
Lætt at finna fólk
Frá byrjan av var ætlanin at fáa sjey fólk at greiða frá. Skjótt øktist talið til 15 og síðani heilt upp í 20. Saman við fólki úr nevndini í felagnum fann Turið Kjølbro fram til hesi fólkini, ið greiða frá teirra søgum í bókini.
- Tað var ikki serliga torført at fáa fólk at greiða frá. Vit hava ikki fingið nógv noktandi svar, má eg siga, sigur Turið Kjølbro. Hon leggur dent á, at her er talan um 20 fólk, sum hava skrivað teirra egnu søgu. Tekstirnir eru blivnir til millum tey, ið greiða frá og Turið sum ritstjóra og tveir konsulentar, ið hava lisið tekstirnar sum tekst og sum tekst úr frá sálarfrøðiligum atlitum. Umframt hava tveir sjúkrarøktarfrøðingar og tveir læknar lisið tekstirnar.
? Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tilgongd, sigur Turið.
Heilsan til mammuna
Turið hevur ta vón, at bókin framyvir fer at virka við til, at tað verður lættari at tosa um tað, sum er so ringt. Sum til dømis eina lívshóttandi sjúku.
- Tá eg sigi lættari, meini eg við, at tú ikki byrgir tey, ið eru rakt, inni við tøgn. Tað er onki so ringt sum at ignorera tey, tøgnin tænir ongum. Hvørki tí tigandi ella teimum, ið eru sjúk ella hava mist, sigur Turið Kjølbro, sum sjálv misti mammu sína fyri knappum tveimum árum síðani orsakað av krabbameini.
Turið sigur, at tað er ein vissur ótti, sum býr innan í einum, sum ger, at ein ikki torir so væl at tosa við fólk, sum eru rakt av einari sjúku ella hava mist.
- Men tá mamma mín gjørdist sjúk av krabbameini, varð eg noydd onkursvegna at síggja óttan í eyguni. Harvið fekk eg eitt amboð, um ein kann kalla tað so. So skjótt tú megnar at síggja tvørtur um óttan, torir tú eisini at vísa teimum sum eru sjúk ella hava mist, atlit. At tiga og lata sum einki er so ómenniskjasligt, sigur Turið Kjølbro, sum er glað fyri, at hon fór undir arbeiðið við bókini.
? Bókin er persónligir tekstir frá 20 føroyingum, men fyri mítt viðkomandi er bókin eisini ein heilsan til mammu mína, sigur Turið Kjølbro at enda.