Ein lívlig byrjan

Umleið hundrað fólk vóru við í serligu G! paraduni.

Stemningurin var í hásæti, og var tað sum at síggja eitt reikandi sirkus koma gangandi oman móti sandinum, har høvuðsnøvnini fara at framføra um nakrar tímar, tá eini hundrað fólk gingu skrúðgongu frá tjaldingarøkinum og yvir til Syðrugøtu stutt áðrenn klokkan seks.


Á odda fyri skrúðgonguni vóru tónleikararnir Brothers Moving, ið framførdu nøkur løg frá lastini á einum opnum vøruvogni, og bleiv nógv gjørt fyri at undirhalda fjøldina á vegnum, umframt at bananir blivu handaðar til tey forvitnu, ið stóðu framvið vegnum.


Tá skrúðgongan var komin vegin fram til festivaløkið, fluttu tey flestu seg niðan til Spæliplássið, har Spælimenninar byrjaðu at framføra klokkan 18.