At fáa hita í húsini í Skúvoy er eitt satt baks. Oljan, sum skal í tangarnar, kemur í tunnum til Skúvoyar við strandfaraskipinum Rituni.
Síðani skulu tær baksast niðan á og so verða tær koyrdar hús úr húsi og oljan fylt í tangarnar.
Sostatt er tað mangan dagsverk at fáa tangarnar fyltar. Men tað kemur eisini fyri, at tað hevur liggjandi ókyrra, so at báturin ikki hevur fingið lagt at í longri tí, og tá er tað komið fyri, at fólk hava sitið køld, tí oljan hevur verið uppi.
- Hetta eru ikki mannsømilig kor, sigur Tummas Frank Joensen úr Skúvoy.
Skúvoyingar hava í fleiri ár roynt bæði eitt og annað fyri at gera oljuna lættari at fáast við. Eitt nú hava tey roynt at fáa avtalu um at fáa olju til húsarhaldini úr tangunum hjá SEV í Skúvoy, men til fánýtis.
- Og higartil hevur tað so slettis ikki hjálpt at tosa við politiska myndugleikan, sigur Tummas Frank Joensen.
Hann sigur, at tað, sum hevði hjálpt væl, hevði verið at fingið eina rættiliga havn, soleiðis sum vit umrøða í aðrari grein í blaðnum og so at ferja kundi lagt at við tangabili umborð.
- Við eini nýggjari havn, ber til at fáa kyrt atløgupláss eini 90% av tíðini, sigur hann.
Stuðul til hitapumpur
Men nú hevur Tummas Frank Joensen eisini fingið eitt annað hugskot.
Seinastu tíðina hevur tað verið nógv frammi at fáa sær hitapumpur fyri at sleppa undan oljunýtsluni.
Og Tummas Frank Joensen sigur, at nú fara tey at umhugsa at søkja landskassan um stuðul til at fáa hitapumpur til hvørt hús í Skúvoy, tí so er trupulleikin við oljuni loystur fyri alla tíð.
Og so fáa tey tann eykavinningin, at tað er umhvørvisvinarlig orka og tað átti eisini at talt við.
Les eisini greinina: Verða seigpínd frá húsi og heimi










