Sigursmálið í Gundadali var samstundis fyrsta málið hjá Jákup á Borg, síðani hann í summar skifti aftur til B36.
Og tí var fagnaðurin skilliga stórur. Ikki minst tí talan eisini var um sera týdningarmikið mál.
- Jubelscenan vísti alt, haldi eg. Tað var ein øgiligur lætti og eitt fornøjilsi at sleppa at skora í hesi hvítu blusuni aftur, segði Jákup á Borg eftir dystin.
- Men alt í alt, so eru tað fyrst og fremst tey trý stigini og tann fantastiski arbeiðsinnsatsurin frá spælarunum, sum hava týdning í dag. Vit fella ikki fátt, hóast vit fáa ein mann útvístan, men søkja støðugt eftir sigrinum, og tað haldi eg vera sera positivt.
Tit eru framvegis átta stig aftan fyri EB/Streym. Er oddasessurin nakað, sum tit hugsa um?
- Nei. Hjá okkum ræður um at halda fast um annað plássið. Sjálvandi kunnu vit vóna, at EB/Streymur snávar, men tað er ikki tað, sum vit hugsa mest um, sigur Jákup á Borg.