Ein lætti at ein avgerð nærkast

Magni Arge sær nú fram til at tað gongur skjótt og smidligt hjá Løgtinginum at avgreiða málið um at einskilja Atlantsflog, tí so kann hann ikki krevja meir


Einskiljingin av Atlantsflogi
 

 - Eg eri sera fegin um, at alt talar fyri, at tað er at kalla full semja í Løgtinginum um framtíðina hjá Atlantsflogi.
- Tað sigur Magni Arge, stjóri í flogfelagnum.
Hann hevur altíð sagt, at hann vil ikki gera viðmerkingar til, um tað er rætt ella ikki at einskilja Atlantsflog og í so fall, hvussu stórur partur av felagnum skal einskiljast.
Og hann leggur dent á, at tað vil hann framvegis ikki gera viðmerkingar til.
- Tað er ikki mítt borð at taka støðu til tað, tí tað er ein politiskur spurningur burturav, sum Løgtingið eigur at taka støðu til.
Men nú er eitt uppskot lagt fyri Løgtingið um at einskilja Atlantsflog og Magni Arge fylgdi sjálvsagt við kjakinum fríggjadagin.
Og hann dylir ikki fyri, at hann er sera fegin um orðaskiftið í Løgtinginum.
- Eg eri sera fegin um, at tað vísir seg at vera so stór semja í Løgtinginum tvørturum samgongu og andstøðu um framtíðina hjá Atlantsflog.
Hann er eisini sera fegin um, at tað varð eitt siðiligt og uppbyggjandi orðaskiftið í Løgtinginum um  flogfelagið.
Tað heldur hann, hevur sera stóran týdning fyri framtíðina hjá felagnum.
Magni Arge heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at framtíðin hjá Atlantsflogi ikki verður eitt politiskt stríðsmál, sum Løgtingið skal hava til politiska viðgerð, hvørja ferð, vit fáa eina nýggja samgongu.
- Tað einasta, sum nú manglar, er, at málið verður avgreitt bæði skjótt og smidligt í Løgtinginum, tí so kann eg ikki krevja meiri.
Stjórin í Atlantsflog sigur, at skuldi Atlantsflog enda í einum politiskum slagsmáli, hevði tað órógva felagið og starvsfólk og tað hevði eisini ávirkað felagið.
- Tað er aldrin gott at vera í óvissu um, antin felagið rekur hendavegin ella hinvegin og tí hevur tað stóran týdning, at tingmenn sum heild draga somu línu.
Hann heldur, at tað virkaði eisini sum um at tinglimir vóru ógvuliga tilvitaðir um, hvønn týdning tað hevur fyri felagið, at tað hevur tryggar karmar at virka undir.
Tí heldur hann eisini, at tað hevur stóran týdning, at ein greið avgerð nú verður tikin um framtíðina hjá Atlantsflog, hvør avgerð tað so enn verður.
Og hann heldur eisini, at tað hevur stóran týdning, at tingið verður so samt sum gjørligt um avgerðina, so at felagið ikki alla tíðina skal órógvast av spurninginum um, hvussu leingi avgerðin nú fer at halda. Tí vónar hann ikki, at avgerðin dregur út, uttan tó at hann vil hava løgtingið at hurla málið ígjøgnum, tí hann sær eisini týdningin av eini dyggari viðgerð og eini vælumhugsaðari, politiskari avgerð.
Hann heldur ikki, at tað higartil hevur nervað felagið, at framtíðin hevur verið óviss.
- Tað er ikki komið hartil enn, men tað er altíð torført at vita, hvussu vit skulu fyrihalda okkum, so leingi spurningurin um framtíðina ikki er avgreiddur og tað ávirkar sjálvsagt onkusvegna.
- Tí er tað ein lætti, at málið nú er komið so langt, sum tað er komið.
Nú stjórin í Atlantsflogi sær fram til at málið verður avgreitt bæði smidligt og skjótt, merkir tað á ongan hátt, at hann heldur at tað er rættast at einskilja Atlantsflog.
 Hann hevur heldur onga meining um, antin tað er rættast at einskilja 33% ella 66% í hesum umfari.
- Tað leggi eg meg als ikki út í. Tað, sum hevur týdning fyri meg, er, at Løgtingið kemur til eina semju um framtíðina hjá Atlantsflogi, hvat tað so verður, tí so vita vit, hvat vit hava at halda okkum til, sigur Magni Arge.