Ein lítil uppreisn

Tað hevur ikki gingið serliga væl í hond hjá HB seinastu vikurnar. Í gjár fingu havnarmenninir eina lítla uppreisn, tá teir vunnu á Skála

Fótbóltur

 

Fyri fyrstu ferð í seks royndum eydnaðist aftur HB at enda sum sigursharri, tá høvuðsstaðarfelagið vitjaði á Skála í gjár. Teir reyðu og svørtu hava verið í stórum aldudali seinastu tíðina, har hagtølini nú siga tríggir sigrar í seinastu 12 dystunum.

Hóast keðiligu gongdina, so vann HB seg upp aftur á annað plássi í Formuladeildini í gjár. Við tveimum málum móti einum var næsti sigurin á útivølli veruleiki. Í broyttari uppstilling eydnaðist umsíðir venjaranum Rúna Nolsøe at fáa trý stig aftur.

 

Skoraðu øll trý

Broytingar vóru hjá gestunum í gjár. Fróði Benjaminsen var leikbannaður, Ólavur í Ólavsstovu var ikki við orsaka av skaða, meðan Poul Thomas Dam byrjaði á beinkinum. Í framrættaðari 4-3-3 uppstilling legði HB bragdliga fyri, og fyrstu løtuna í tveimum førum lagt seg á odda.

Páll Mohr Joensen hevur staðið seg sera væl í hesum kappingarárinum. Hann var darvaður av skaða í fyrstu umførunum, men hevur seinastu vikurnar verið millum stuðulsleikararnar hjá Rúna Nolsøe. Tað var eisini havnarmaðurin, sum legði teir reyðu og svørtu á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Miðvallarin varð – eftir frálíkt uppspæl - spældur einsamallur við málverjan av Andrew av Fløtum, og uttan trupulleikar sendi hann framvið Predrac Markovic.

Skála hevði ikki nógv at bjóða í fyrra umfarinum. HB var á bóltinum fyri tað mesta, men tað var torført at fáa ferð á bóltinum á turra vøllinum.

Jákup á Borg hevur ikki avrikað tað, sum væntað hevur verið av honum, í hesum kappingarárinum. Ov stór sveiggj hava verið í hansara spæli, men undir Mýruhjalla í gjár var hann vælupplagdur. Landsliðsleikarin átti seinasta fótin, tá gestirnir øktu um leiðsluna. Við fínum skoti sendi hann HB á sigurskós.

Vagnur Mohr Mortensen var aftur í miðverjuni hjá havnarfelagnum í gjár, og hann átti ein óhepnan leiklut, tá helmingurin av seinna umfarinum var leikt. Verjuleikarin og Tróndur Vatnhamar púrasta misskiltu hvønn annan, og Mortensen stýrdi innleggið í egið mál.

 

Skála trýsti

John Petersen hevur helst saknað eitt sindur av dirvi og ágrýtni í sínum leikarum í hálvleikinum. Skála var munandi betri við eftir hvíldina, og í løtum eydnaðist tað at trýsta gestirnar. Tað gav eisini úrslit, tá sjálvmálið kom.

Heimaliðið royndi at søkja at, men veruliga vandamiklir gjørdist teir sjáldan. John Petersen skifti seg sjálvan inn móti endanum, men tað hjálpti lítið.

HB gjørdi ikki nógv av at avgera dystin, men hugsaði meira um tær verjukendu uppgávurnar. Tað eydnaðist eisini, tí fleiri mál komu ikki í dystinum.

Rúni Nolsøe og hópurin fingu lítla uppreisn eftir keðiligu gongdina seinastu umførini. Nú gongur leiðin til Svøríki, har seinni Intertoto-Cup dysturin móti Elfsborg skal avgreiðast. Hans á Lag noyddist í gjár út við skaða, og tað er ikki vist, um hann verður tøkur.

Skála stríðist framvegis fyri at sleppa upp um niðurflytingarstrikuna. Seinastu uppgávurnar hava verið KÍ, B36 og HB, og tvey stig eru komin burturúr. Mánakvøldið vitja teir av skálarfjørðinum á Toftum. Eydnast tað at fáa trý stig byrja toftamenn eisini so smátt at nærkast botnstríðnum.

 

---

 

Fakta um dystin

Skála – HB 1-2 (0-2)

0-1: Páll Mohr Joensen, 22.

0-2: Jákup á Borg, 41.

1-2, Sjálvmál, 54.

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Tróndur Vatnhamar – Mortan úr Hørg, Hans á Lag (46.: Poul Thomas Dam), Vagnur Mohr Mortensen, Rasmus Nolsøe – Páll Mohr Joensen (72.: Rógvi Poulsen), Kári Nielsen, Milan Kuljic - Jákup á Borg (85.: Pætur Jørgensen), Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen

Gult kort: Eingin

Skála: Predrag Markovic – Bárður Danielsen, Pætur Dam Jacobsen, Erland B. Danielsen, Alin Balutoiu (Jógvan G. Joensen, 85.), Pauli G. Hansen (Atli Kristiansen, 46.), Sjúrður Djurhuus, Obele Okeke Onyebuchi, Arnhold Berg, Vali Miela, Teitur R. Joensen (Bogi Gregersen, 90.)

Gult kort: Arnhold Berg