Ein lítil skái jólaaftan

Tveir tættir stormar raka Føroyar tollaksmessudag og 1. jóladag, men út á kvøldið jólaaftan verður friður eina løtu.

Í dag er eitt stormlágtrýst á veg í ein landnyrðing millum Ísland og Føroyar. Jólaaftan liggur lágtrýstið í ein landnyrðing úr Føroyum og fer síðani spakuliga í ein eystan og viknar. 1. jóladag kemur eitt nýtt stormlágtrýst á veg í ein landnyrðing beint yvir ella beint norðan fyri Føroyar. Í næstu viku koma brúgvaløg við regni og vindi inn yvir Føroyar av vestri.

 

Í dag

Skrið ella stormur av suðri og landsynningi, 18 til 23 m/s, við hørðum hvirlum. Skýggjað og regn og hitin millum 5 og 8 stig. Út á seinnapartin snarar hann í ein útsynning og makar eitt skifti. Í kvøld verður stormur til hvassan storm av vestri, 20 til 25 m/s, og vandi fyri ódn í hvirlunum. Seint seinnapartin klárar í, men kortini verða regn- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Jólaaftan

Upp í hvassan storm av vestri, 20 til 25 m/s, sum um kvøldið makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga heglingur og vátaslettingur, og í fjøllunum kavi. Ut á náttina strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

1. jóladag

Hvassur vindur upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, sum seinni øtlar í hvassan storm av útsynningi og vestri, 20 til 25 m/. Yvirhøvur skýggjað og regn, seinni ælaveður, møguliga heglingur og vátaslettingur. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

2. jóladag

Skrið upp í hvassan storm av vestri, 18 til 25 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og spakuliga makar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga heglingur ella vátaslettingur, seinni turt og tað klárar í. Um náttina verður sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í løtum møguliga strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 20 m/s. Fyrrapartin skýggjað og regn, men sum frá líður slítur hann í, tó verður møguliga támut. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum møguliga regn ella tám. Hitin millum 5 og 10 stig.