Ein lítil jokari

Yngsti tingmaðurin hjá javnaðarflokkinum hevur fingið sítt at hugsa um, nú húskið er økt við einum persóni

Barnsburður

Tá John Johannesen í februar mánað varð valdur á ting, var tað ikki bert hetta, sum hann fegnaðist um.
Um sama mundi kundi hann spakuliga byrja at fyrireika seg upp á leiklutin sum pápi.
Tann partin varð tó ikki so nógv tos um ta ferðina, men úrslitið av øllum kom til verðina leygarkvøldið kl. 21.56, tá ein lítil
Hóast talan var um eina heldur buldraliga komu, har keisaraskurður at enda mátti til, so kom lítil Hans Oluf Ragnhildarson Johannesen til verðina í øllum góðum.
Enn er hann ikki doyptur, men navnið varð fastlagt, so skjótt tað stóð greitt, at talan varð um ein drong. Abbanum, Hans Olufi Johannesen, untist nevnliga ikki at síggja fyrsta abbabarnið koma til verðina, tá hann í mars mánaði í ár fekk blóðtøpp, ið kostaði honum lívið.