Ein lítil heilsan til løgtingsformannin

Vagnur Michelsen


Hevði ikki roknað við, at eg fekk so rúmligt aftursvar frá løgtingsformanninum um teir 485714 døgurðarnar, vit kundu keypt til tey gomlu fyri tær 17 millónirnar, sum bara løgtingshúsið kostaði ov nógv at umvæla. Óivað eitt skot í samvitskuna.
Eg kann upplýsa fyri løgtingsformanninum, at tað eru fleiri ár síðani eg skrivaði í bløðunum, at tað var óheppið og ótaktiskt "signal" at senda borgarunum, tá ið fullveldissamgongan fyrst hækkaði løgtingslønirnar og síðani fór undir at umvæla løgtingshúsið fyri tíggjutals milliónir. Mær vitandi var bara ein løgtingsmaður ímóti at umvæla løgtingshúsið fyri so nógvan pening.
Somikla stóra virðing havi eg fyri peningi, og serliga peningi, sum eg varði av hjá øðrum, at eg hevði ongantíð byrjað eina fullveldissamgongu við at hækka mína egnu løn, bygt mítt egna slott og hækka útreiðslurnar so nógv til almennu fyrisitingina. Tað kundi komið seinni, um peningur var til tess.
Hvussu ber tað til, at tey gomlu altíð verða brúkt í politiska valstríðnum, og tá ið tað gongur minni væl Føroyum? Tey gomlu mugu kenna seg niðurgjørdan í hesum døgum, tá ið tey ferð eftir ferð lesa í bløðunum, at tað er niðurskurðurin í blokkinum sum ger, at tey gomlu ikki fáa døgurðabitan og teir møguleikar, tey hava havt í gerandisdegnum. Hetta er ússaligt og vantandi sjálvkritikkur, harra løgtingsformaður.
Og tú veitst betur enn eg, at sjálvandi snýr orðaskiftið um tey gomlu seg ikki um skerdan blokk, men um raðfesting. Besta dømið av fleiri er skattalættin til tín og mín, sum ikki hava hann fyri neyðuni.