Ein lítil gáva kann hava stóra ávirkan

Operation Christmas Child:

Í sambandi skógvaeskjutiltakið hjá Operation Christmas Child er takkarskriv komið til øll í Føroyum sum hava verið við í hesum tiltakið og stuðla tí á ymiskan hátt.
 
Heimsinnsavningin av skógvaeskjum aftur í ár meira enn 7 milliónir eskjur, sum vórðu savnaðar inn í 11 londum og býttar út í meiri enn 90 tjóðum til børn, sum tosa fleiri enn 70 tungumál.
 
Gávurnar verða givnar børnum uttan mun til etniska bakgrund, politiska áskoðan, trúaráskoðan og uttan krøv til tey persónliga, familjur ella samfelag teirra.
 
Franklin Graham, leiðari av Samaritans Purse, segði: Operation Christmas Child hevði ikki borið til uttan alla sjálvbodnu hjálpina at pakka eskjurnar, fíggjarligar gávur og bøn. Vit takka tykkum hjartaliga fyri allan stuðul tykkara. Uttan tykkara skógvaeskjur hetta árið høvdu yvir eina millión børn bert havt droymt um eina jólagávu.
 
Franklin Graham fór til Suður Afrika saman við Bill og Gloriu Gaither at fyrireika eina Operation Christmas Child Homecoming video konsert har. Tey góvu hundraðtals eskjur til børn, sum eru rakt av HIV/AIDS og liggja á sjúkrahúsi uttan vón um nakran kæran at vera um tey.
 
Síðani 1990 hevur Operation Christmas Child savnað umleið 46 milliónir skógvaeskjur og sent tær til børn í meiri enn 120 ymiskum londum.