Kyndil er ein lítil favorittur til at vinna FM-finaluna í hvonndeildini ímóti Neistanum. Og H71 er ein lítil favorittur til at vinna FM-finaluna í FTZ deildini ímóti VÍF. Tað metir Hallur Danielsen, hondbóltskønur og samskipari hjá HSF. Hallur undirstrikar tó, at tað er ikki nógv, sum skal koppa til Neistan og VÍF, so verður talan um eina triðju FM-finalu sunnudagin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Hallur Danielsen vitjaði SportBoxina á Rás2 til eitt FM-finalu upptaktsprát.
Hallur Danielsen staðfesti, at undirtøkan fyri núverandi leistinum við FM-finalunum er stór, og talan verður neyvan um "Final Four" konseptið í bræði. Møguliga verður "Final Four" konseptið við tveimum hálvfinalum og einari steypafinalu sama vikuskiftið innført í steypakappingini, men tað er so nakað feløgini skulu taka støðu til.