- Eg ætli mær so í øllum førum at gera mítt til, at heimbygd mín ikki dettur burtur ímillum. Hon má ikki á nakran hátt doyggja út!, sigur Meinhard Jacobsen, bygdaráðslimur í Sjóvar kommunu.
Sum umboð fyri tær tríggjar bygdirnar á vestursíðuni í kommununi, hevur hann av øllum alvi roynt at tosa sakina og fremja ynskini hjá fólkinum í Morskranesi og Selatrað, og sjálvandi í Kolbeinagjógv eisini.
Hetta hevur ikki altíð verið eins lætt. Nú hetta valskeiðið hjá bygdaráðnum fer at enda, eru tað kortini tvey mál, sum hann hevur stríðst fyri, men sum kortini ikki eru loyst í dag:
- Eg vil fram um alt tryggja, at fólk skulu fáa møguleika at búseta seg her í Kolbeinagjógv og at lív skal koma í niðri við bátabryggjuna.
- Men tað er ikki altíð so rætt, tá seyður og neyt tykjast hava størri rætt enn ein menning av bygdini, sigur hann í hesi samrøðuni við Sosialin.
Har rótin rann
Fólkatalið í Kolbeinagjógv hevur verið rættiliga støðugt tey seinnu árini. Eitt skiftið í byrjanini av 90’unum búðu einans 32 fólk her, men ta seinastu tíðina hevur talið ligið um tey 40.
Fyri Meinhard og bygdarfólkið annars hevur tað sín stóra týdning, at tað framvegis skal verða gjørligt hjá fólki úr bygdini og aðrastaðni frá at kunna búseta seg her, soleiðis at bygdin eisini kann standa seg í framtíðini.
- Tað er jú altíð soleiðis, at trívist altíð best har rótin rann, sigur Meinhard, sum enn ikki hevur tikið støðu til, um hann fer stilla uppaftur til kommunuvalið í heyst.
- Arbeiðið í kommunustýrinum er gevandi og áhugavert, men kann illa samskipast við at hava arbeiði á sjónum. Sum orðatakið sigur »har sum tú ert ikki sjálvur, ert tú ikki meiri enn hálvur«!
Trupulleikin hevur verið hann, at fá ella eingi grundøki hava verið tøk í bygdini tey seinastu mongu árini. At fáa skapt hesar møguleikar er júst eitt av hjartamálum hansara, og sum hann fegin ynskir at finna eina loysn á.
Útstykkingin í Kolbeinagjógv hevur verið uppi og vent á fleiri bygdaráðsfundum á Strondum, bæði á heysti í fjør og í vár. Men enn tykist vera trupult at koma víðari við málinum, hóast møguleikar eru til tess.
- Tað einasta sum í roynd og veru er hent í hesum málinum er, at tað er steðgað upp, staðfestir hann álvarsamur á málinum.
Orsøkin til hetta er hin einfalda, men kortini eisini torføra, at eitt egnað øki til eina útstykking er norðarlaga í bygdini, men at illa gongst at fáa fatur á hesum frá eigarunum, sum er eitt hagastýri á Strondum.
- Vit eru hugað at ogna okkum hetta økið, har vit kundu havt stykkjað út fyri eini seks grundøkjum. Eg ivist onga løtu í, at vit høvdu kunnað selt øll hesi økini, staðfestir Meinhard Jacobsen.
Ein av trupulleikunum er hann, at tað liggur ein rætt á hesum økinum. Sum skilst vilja menn heldur illa av við hesa rættina, sum hevur ligið her í langa tíð.
Rætturin til eina rætt
Sjálvur dugir umboðið hjá Kolbeinagjógv í Sjóvar kommunu illa at skilja at menn stara seg so blindar uppá hesa gomlu rættina. Slík sjónarmið byggja í øllum førum einki upp í bygdini.
Svarið sum tey hava fingið frá hagastýrinum er, at rættin hevur ligið har í so langa tíð og tí skal hon ikki flytast.
- Hetta er ein rættiliga onkisigandi grundgeving eftir mínum tykki. Lá ikki ein rætt á Rættartrøðni í Havn fyri nógvum árum síðani? Ongin segði nakað til at hon var flutt. Men hví skal tað verða øðrvísi her?
- Ein kann ikki steðga menningini í eini bygd, bert tí at ein ikki vil taka eina gamla rætt niður. Eg dugi ikki rættiliga at skilja, at seyður og neyt skulu hava slíkan framíhjárætt.
- Eg trúgvi, at um viljin veruliga var til staðar, so kundi ein tosað seg til rættis: Út frá hesum kundi hetta økið verðið nýtt til eitt annað endamál, samstundis sum hinir fingu eina nýggja rætt á øðrum staði, vísir Meinhard Jacobsen á.
Kommunan hevur sjálv ein langan lista við fólki, ið ynskja grundøki. Og við ætlaða Skálafjarðartunlinum í ljósmála, er lítil ivi um, at fólk í framtíðini fara at vilja búseta seg her í Kolbeinagjógv.
Sjóvar kommuna hevur eisini verið so framsíggin, at tey hava gjørt eina spennandi menningarætlan. Her verður sagt frá nøkrum hugskotum um, hvussu kommunan kann verða ment og útbygd í framtíðini.
Í hesi ætlanini varð Kolbeinagjógv eisini nevnd, millum annað við bústaðarmøguleikum. Tá koyrandi verður beinleiðis til Havn, verður skjótt og einfalt hjá fólki at búgva her og fara til arbeiðis í Havn.
Ein býlingur á Strondum
Hóast onkur vil halda at Kolbeinagjógv liggur langt frá øllum hentleikum á Strondum, er tað ikki so.
Millum bygdirnar báðar eru einans góðar tveir kilometrar, og fyri ikki so øgiliga nógvum árum síðani gingu børnini til skúlan á Strondum upp um Hálsin, tey nevna.
Fyri Meinhard er eisini greitt, at sohvørt sum fleiri og fleiri útstykkingar verða gjørdar ovarlaga á Strondum, verður ikki leingi, til ein er komin allan vegin yvirum og fyrstu húsini byrja at daga undan í erva.
- Tað er so tætt millum bygdirnar báðar, at vit eru væl at meta sum ein býlingur á Strondum, staðfestir bygdaráðslimurin úr Kolbeinagjógv.
Lív og virksemi á landi
Í Kolbeinagjógv finnast eingi arbeiðspláss í dag. Menn sigla fyri tað mesta, og kvinnur arbeiða ymsastaðni á Strondum.
Tó er kortini ikki óhugsandi, at eitthvørt vinnuligt virksemi kann fara fram í lítlu bygdini: Kolbeinagjógv er nevniliga útgjørd við eini lítlari atløgubryggju. Henda atløgubryggjan er kortini ikki so trygg, at bátar kunnu liggja trygt her alt árið. Hon varð gjørd seinast í 30’unum, stutt eftir at fyrstu húsini vórðu bygd.
Men tíðarinnar tonn hevur eisini slitið uppá hana, og í dag er hon í ringum standi, tí nógv í henni hongur meiri og minni í leysari luft.
Hinvegin er tað ein sannroynd, at beint út fyri bygdina hevur Vestlaks eitt av stóru alibrúkum sínum.
Leiðslan í fyritøkuni hevur víst áhuga fyri at bøta um bátahylin, soleiðis at teir kunnu nýta hann í sínum virksemi bæði summar og vetur. Her er hugsanin at gera eina felags loysn, har kommunan rindar ein part og fyritøkan sín part fyri arbeiðið.
Í dag verður arbeiðið skipað út frá Kollafirði, men Meinhard ivast kortini ikki í, at varð ein slík loysn veruleiki, hevði tað bøtt munandi um arbeiðsumstøður og siglingartíð hjá alibátunum, samstundis sum hetta hevði skapað lív og virksemi á landi.
- Eg havi lagt henda spurning fyri vinnunevndina í kommununi um at tosa við Vestlaks, men enn er so einki hent í hesum máli.
- Men eg ætli mær ikki at gevast, tí eg meti at hetta er ein spennandi ætlan, sum fer at gagna bæði bygdini og kommununi, slær Meinhard Jacobsen fast.
Frá gerði til bygd
Tað eru uttan iva tey, sum seta spurnartekin við, hví í víðu verð at fólk í síni tíð settu seg niður á einum so fjarskotnum staði.
Kolbeinagjógv telist millum tær yngru niðursetubygdirnar í landinum, og kom líkasum ikki upp í part, fyrrenn fyrsti maður búsetti seg niður her fyri 75 árum síðani.
Hetta var Rasmus Jacobsen, sum í 1933 setti seg niður á hesum staði, við tí fyri eyga at fáa eitt gerði til at fóðra kúnna við. Neyvan mundi hann dugað at ímynda sær, at hetta eina gerðið fór at gerast til eina heila bygd.
Til tess at vísa á hetta týdningarmikla stigið, er minnisvarði reistur, eins og høvuðsgøtan í bygdini er uppkallað eftir hesum manni - Rasmusargøta. Eitt annað serstakt við Kolbeinagjógv er, at tey flestu í bygdini bera eisini eftirnavn hansara, Jacobsen.
Eftir Rasmusi fylgdu onnur, soleiðis at bygdin í dag hevur eitt íbúgvaratal uppá 40 fólk.
fyri seg